Skattalistin 2016 fyri Tvøroyrar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá týsdegi 21. november til og við týsdagin 5. desembur 2017.
Skrivstovan er opin:
Mánadag – Tórsdag kl. 8.00-16.00
Fríggjadag kl. 8.00-15.00
Hvørt ár verður ein listi yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi - bæði einstaklingum og fyritøkum - lagdur fram til alment eftirlit.
Heldur tú, at skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er bein, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna.
Tvøroyrar kommuna