Nú komandi leygardag, 5. Desember. verður hugnaligur gongutúrur í miðbýnum. Lagt verður til brots kl. 18:30 og hittast fólk við Grillvognin hjá Honnu, 10 – 15 minuttir áðrenn. Luttøka er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Jákup Jensen verður frásøgumaður og vitjað verður í hølunum hjá Tvøroyrar Havn og í Snaruni.
Kl. 20:00 verður Jóanes Nielsen at hitta í Glasstovuni, har hann fer at lesa upp úr seinast yrkingasavninum “Rakkaljóð” og fer at práta við Jónu Midjord. Hetta tiltakið er eisini óeypis.