03-02-2022
Kvøða til Sandoynna
Hjartaliga til lukku til okkara nærmastu grannar fyri norðan við fasta sambandinum undir Skopunarfjørði, sum í dag 3. februar, kl. 13.15, gjørdis veruleiki.
Talan er um eitt risastig fyri Sandoynna, og alt miðstigarøkið, um enn hetta ”enn”, bert er eitt lítið stig á leiðini til Suðuroynna.
Dagurin í dag gevur okkum sunnanfyri Suðuroyarfjørð tó eina vón um, at eisini verður koyrandi undir Suðuroyarfjørði um 7 ár.
Til lukku øll tit, sum hava staðið fyri hesum megnar arbeiði, ið onki minni er at meta sum eitt megnar bragd.Til lukku allir føroyingarTvøroyrar kommuna