FRÍGGJADAGIN 6. JULI 2018
Tú ert her: FRÍGGJADAGIN 6. JULI 2018 << - GREINAR
STOVNAR


21-06-2016

Mentanarnáttin 2016: fyrilestur á Seglloftinum

 
Á mentanarnáttini í ár kemur Erland Viberg Joensen, søgu- og fólkalívfrøðingur, Phd og leiðari á Føroya Fornminnissavni at halda fyrilestur á Seglloftinum kl. 18.30.
 
Erland hevur sterk ættarbond til Tvøroyrar, og serliga til býlingarnar Valin og Sevmýri. Heitið á fyrilestrinum er: 'Sporini á Tvøroyri og úti um landið. Arbeiði og handverk fram til 1950-árini.' 
 
Í hesum sambandi vera eisini ymisk søgulig amboð at síggja, ið Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn hevur í varðveitslu.
 
Les meira um mentanarnáttina her 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn