BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


18-11-2014

Spælistovan hjá dagrøktini á Tvøroyri verður flutt

Á býráðsfundi í gjár bleiv avgerð tikin um, at spælistovan hjá dagrøktini flytir aftur til Tvøroyri frá 1. januar 2015 at rokna.Tað var eitt samt býráð, ið tók undir við ætlanini.

Spælistovan hjá dagrøktini varð flutt til Hovs Skúla á sinni vegna væntandi hølir í kommununi. Arbeitt hevur verið við at flyta hana aftur á Tvøroyri leingi, og tað sum man í dag er komin fram til, fer uttan iva at vera til gleði fyri allir partar á ansingarøkinum.
 
Tvøroyrar Kommuna takkar Hovs Kommunu fyri tíðina í Hovi og ynskir hovbingum blíðan byr framyvir. 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn