BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR


01-05-2020

Mentanarnáttin 2020 á Tvøroyri er avlýst

Tvøroyrar kommuna er sera hørm um at kunngera, at Mentanarnáttin 2020 á Tvøroyri, ið skuldi verða hin 29. mai, er avlýst orsakað av tilmælunum, sum føroysku myndugleikarnir hava sett í samband við covid-19.

Mentanarnáttin á Tvøroyri byrjaði sum eitt lítið, hugnaligt tiltak, men hevur seinastu árini veruliga ment seg til eitt stórt, savnandi tiltak, við alskyns tónleiki, fyrilestrum, barnatiltøkum og mongum øðrum á skránni. Longu í desember 2019 var tónleikaskráin klár til ársins mentanarnátt og ætlanin var at taka enn eitt fet fram, í strembanini eftir at menna tiltakið enn meira.

Óvissa støðan í landinum, og heiminum sum heild, ger, at avgjørt er at avlýsa og ikki útseta. Hetta serliga orsakað av, at  Mentanarnáttin  stóran mun inniheldur uttandura tiltøk, har neyðugt er hjá fólki at kunna spáka til og frá. At fyriskipa eina Mentanarnátt seinni á árinum, vil viðføra ov stóra óvissu viðv. veðrinum.

Tó, so fer Tvøroyrar kommuna at leggja sær eftir, at hava smærri mentanarlig tiltøk gjøgnum árið, sum fylgja almennu tilmælunum frá coronaráðgevingini.

Heystmarknaðurin í 2019 var sera væl eydnaður, og er ætlanin, um støðan loyvir tí tá,  at tiltakið verður víðkað við meira fjølbroyttum  innihaldi.

Tvøroyrar kommuna hevur verið í samband við allar tónleikarar, ið skuldi framføra á mentanarnáttini, og skilja allir støðuna. Avtalað er at taka upp aftur samband við hesar, so skjótt sum støðan í landinum broytist.  Hetta sama er við teimum áhugaverdu og spennandi fyrilestrunum, sum vóru á skrá – hesir vera útsetir til eitt serligt tiltak, seinni í ár.

Mentanarnáttin á Tvøroyri vendir sterkt aftur í 2021, við vón um eins stórari undirtøku, ið henda hevur fingið seinastu árini”

 

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn