BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


01-09-2015

Útbjóðing: Tilboð uppá umvæling av høli

Mentananarnevndin hjá Tvøroyrar Kommunu hevur gjørt av, at umvælingin av hølinum hjá  heilsufrøðinginum í Tvøroyrar skúla, skal bjóðast út.


Arbeiðið fevnir um at leggja nýtt trægólv, gera hálvvegg sambært viðløgdu tekning, og at mála loftið í 41 m2 stóra hølinum.

Sum alternativ kann tilboð gevast uppá at fjerna gólvteppið og slípa verandi trægólv.

Tað ber til at síggja hølið við at ringja til Kjartan Johansen, húsavørður, á fartlf. 227955.

Teir bjóðandi verða bidnir um, at geva eitt samlað tilboð fyri allar arbeiðs- og tilfarsveitingar í sambandi við umvælingina.

Tilboð, í afturlatnum brævbjálva, merktur: Tilboð – Hølið hjá Heilsufr.  skulu vera Teknisku Deild í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. september 2015 kl. 12:00.

Tilboðini verða løgd fyri mentarnarnevndina aftur áðrenn tikið verður av nøkrum.

Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu boðini, ella at havna teimum øllum. 


Tekning (PDF, 19KB)
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn