HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - VEGLEIÐINGAR


09-05-2014

Skeinkiloyvi

Ætlar tú at selja rúsdrekka til viðskiftafólkið, skal søkjast um skeinkiloyvi. Tað er loyvisnevndin, sum tekur støðu til umsóknir um skeinkiloyvi. Har eru ymiskar treytir, sum skulu lúkast, áðrenn skeinkiloyvi verður játtað. Ein treyt er, at virksemið frammanundan hevur matstovuloyvi.

Umsókn um skeinkiloyvi er at senda til Føroya Landfúta. Vendið tykkum til Føroya Landfúta viðvíkjandi umsóknarblaðnum. Fútin sendir síðani umsóknina til avvarandi myndugleikar:

Føroya Landfúti
Loyvisnevndin
Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
Vørn
(Arbeiðseftirlitið)
• Avvarandi kommunu

Myndugleikarnir viðgera umsóknina og senda tilmælið til Føroya Landfúta. Tá ið viðmælið er komið aftur til fútan, verður tað sent loyvisnevndini, ið gevur loyvið. Skeinkiloyvi er galdandi í 4 ár.

Søkjast skal um endurnýggjan av loyvi tríggjar mánaðar, áðrenn loyvið gongur út. Eisini skal søkjast av nýggjum, tá viðurskiftini eru broytt t.d. eigaraskifti, nýtt partafelag, flyting og broyting av innrætting.


, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn