HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR


13-03-2015

Vinnutátturin - hjá Hans Olaf

Miðskeiðis á Tvøroyri finna vit bakaríið hjá Hans Olaf. Mong munnu tey vera, ið framvegis siga “hjá Áka” og tey uppaftur eldru, “hjá Sofus”, tí í mong ár varð bakaríið ogn hjá familjuni Dimon av Tvøroyri. Í dag er tað ein annar tvørámaður, Hans Olaf Johannesen, ið rekur bakaríið.

Vit hava fingið eitt prát við Hans Olaf um virksemið gjøgnum árini. Hóast Hans Olaf ikki er av elstu monnum, so hevur hann tó verið bakari í oynni í 16 ár og sambært honum, so er mangt hent, síðan hann byrjaði virksemi sítt.

“Eg byrjaði at læra í bakarínum hjá Fríða Hauritz í Vági, í 1990 og varð útlærdur í 1994. Á vetri 1994 flutti eg til Danmarkar, har eg hevði fingið starv hjá “Bondebageren”, har systkinabarnið úr Vági, Just, eisini arbeiddi. Just arbeiðir nú hjá okkum”, sigur Hans Olaf.

Eg spurdi Hans Olaf, um tað var stórur munur á at vera bakari í Danmark og í Føroyum: “Ja tað má eg siga. Handverkinum sjálvum var ikki so stórur munur á, tað var meira ferðin, ið arbeitt var við í Danmark, ið var heilt øðrvísi. Ferðin var nógv hægri í Danmark, ja eg plagi ofta at siga við starvsfólkini, at tey ana ikki hvussu tað er, tá alt stendur í einum roki. Hóast tað ofta kann kennast stressandi hjá okkum, so kann tað ikki samanlíknast við arbeiðsferðina í Danmark.

Eg vil eisini siga tað, at tá eg byrjaði at arbeiða niðri, so var tað sum at fara í læru av nýggjum. Eg arbeiddi hjá Bóndabakaranum í 2½ ár og síðan fór eg í kondittaríið á flogvøllinum í Kastrup at arbeiða. Enn einaferð varð eg tikin av bóli – nú starvaðist eg saman við 23 øðrum kondittarum, og har var eg so í tvey ár.

Hugurin til at flyta heimaftur, var tó altíð til staðar og í januar 1999 gjørdi eg av at flyta heim og leiga gamla bakaríið í Porkeri. Alt varð gjørt av nýggjum og í juni 1999 byrjaðu vit at baka í Porkeri og reka sølubúð í Vági. Jónleif Augustinussen, úr Vági,  arbeiddi tá hjá mær, vit báðir lærdu saman á sinni.”

Hans Olaf sigur, at tað var sera strævið í byrjanini. Neyðugt var næstan at arbeiða í døgndrift, men tað lønti seg, tí beinanvegin gjørdist sølan rættuliga góð. Hans Olaf hevur altíð roynt at víðka um sjónarringin og tí tók hann av, beinanvegin møguleikin vísti seg at yvirtaka gamla bakaríið hjá Áka Dimon, ið sonurin Oddur tá stóð fyri.

“Møguleikin vísti seg og eg tók av honum. 1. Januar 2006 stóð eg fyri rakstrinum av bakarínum á Tvøroyri, og vit fóru beinanvegin í gongd at baka. Stórar broytingar eru gjørdar í sjálvum bakarínum, men vit hava tikið tær stig fyri stig, so virksemi hevur altíð verið í bygninginum. Sølan hjá okkum hevur verið sera støðug, vil eg siga, tó hevur tað altíð verið ein árlig framgongd. Eg havi eisini hug til at nevna árið í fjørð, tí tá merktist tað sera væl hjá okkum, at ferðavinnan hevur tikið dik á seg. Vit høvdu nógv at gera ta ársins tíð, tá ferðafólkini vóru ein partur av býarmyndini – vónandi heldur hendan gongdin fram.”

Nú hevur Hans Olaf, eins og áður nevnt, arbeitt sum bakari í 16 ár og eg sigi bakari, hóast Hans Olaf av yrki er kondittari. Marknaðurin er so mikið lítil í oynni, at ein noyðist at laga seg eftir umstøðunum, tí hevur Hans Olaf altíð havt ymiskar uppgávur, ið ein kondittari í Keypmannahavn ella Tórshavn kanska ikki hevur. Nærliggjandi kundi tí verið fyri uttanfyristandandi at hildið, at nú hevur Hans Olaf “funnið sína rók” og fer at stilla seg til tols við tí. Soleiðis er Hans Olaf tó ikki og hevur hann framvegis ætlanir  fyri framtíðina.

“Tað hevur sjálvandi til tíðir verið strævið at byggja bakaríið upp til tað, ið tað er í dag, men eg havi havt sera góð og trygg starvsfólk afturat mær. Uttan hesi, hevði tað neyvan borið til. Eg havi onkrar ætlanir fyri bakaríið komandi árini, men júst hvørjar tær eru, tað haldi eg tætt at kroppinum, inntil eg meti tað vera gjørligt at fremja tær í verki.

Í dag eru vit 10 fólk hjá Hans Olaf,  tvey okkara eru í læru. Fyri meg er tað sera týdningarmikið at hava lærlingar, tí uttan lærlingar, so eru eingir sveinar at arbeiða saman við seinni og tað er ein stórur trupulleiki í mínari vinnugrein, tí útskiftingin er so stór. Tað er ikki lætt at fáa fólk at støðast, tí serliga hjá bakarum kunnu arbeiðstíðirnar vera ein trupulleiki .

Í 2013 góvust vit við at baka í Porkeri og í dag baka vit so bara á Tvøroyri. Tá eg byrjaði, vóru trý onnur bakarí í oynni, men nú eru so bara vit og Gaards Bakarí á Tvøroyri og kondittaríið hjá Sheilu í Vági. Hetta merkir sjálvandi, at vit hava nógv meira at gera nú, enn áður og tað var eisini við hesum í huga, at vit bygdu út á Tvøroyri. Vit keyptu økið har gamla “mejaríið” á Tvøroyri stóð, frá kommununi, og gjørdu okkara higartil størstu íløgu í virkið. Nýggjur bygningur varð bygdur og nýggjar maskinur og ovnar vórðu keypt, so at vit kundu optimera raksturin og halda útreiðslunum niðri. Í dag veita vit bakstur til so at siga alla oynna og eisini til Smyril. Navnið Breyðkassin datt burtur í ??? og vit eita nú “hjá Hans Olaf” – kanska fer eldra ættarliðið at kennast við navnið einaferð, tey yngru hava so tikið tað til sín”, sigur Hans Olaf skemtandi.

Eg spurdi eisini Hans Olaf, eins og hini eg havi vitjað, um tað var nakað, ið hann kundi ynskt sær betur frá kommununar síðu, nú hann er vinnurekandi í Tvøroyrar Kommunu: “Lat meg siga, at eg havi altíð fingið sera góðar sømdir frá kommununi og Tvøroyrar Kommuna er eisini ein sera góður kundi hjá okkum. Um eg skuldi nevnt nakað, ið eg kundi ynskt mær var betur, so eru tað parkeringsviðurskiftini í økinum. Her eru ov fá parkeringpláss til tey, ið starvast í miðbýnum – starvsfólkið hjá mær sleppur ikki av við bilarnar, nær arbeiðsplássinum og kann tað vera sera keðiligt til tíðir. Ikki minst nú, tá veðrið leikar soleiðis í.”

Bakaríið hjá Hans Olaf heldur til á Sjógøtu 14 á Tvøroyri og til ber at fáa fatur á teimum á tlf. 371080.

Opið er gerandisdagar frá kl. 07:00 – 17:30 og leygardag er opið frá 07:00 – 12:00

Vit takka Hans Olaf fyri prátið og ynskja honum bestu eydnu við virkseminum. 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn