28-12-2023
Loyvi til nýggjársbál
Sambært
kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at

góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.
Søkjast kann um loyvi innan 29. desember 2023, kl. 14.00.
Søkt verður við at fylla út oyðiblað og senda tað við telduposti til
tvoroyri@tvoroyri.fo ella at skriva tað út og lata tað inn í móttøkuna á býráðsskrivstovuni.
Loyvið er galdandi tá ið tilbúgvingarleiðarin hevur sýnt staðið og váttað.
Tá bál verður kynt, er umráðandi: Einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar og ikki at brenna burturkast.
Tá bálið er slóknað, er umráðandi: at rudda upp og at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.