FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


17-09-2014

Endurlýsing: Dagrøktari til dagrøktina á Tvøroyri

Søkt verður eftir einum dagrøktara til dagrøktina á Tvøroyri, at byrja sum skjótast.
 
Talan er um eitt fulltíðarstarv.
 
Sum dagrøktari ansar tú børnum í egnum heimi. Uppgávan er at geva børninum ein tryggan og mennandi dagligdag, t.d. við at spæla, syngja og ganga túrar saman við børninum. 
 
Tað krevst ikki nøkur útbúgving at starvast sum dagrøktari, men dentur verður lagdur á persónligar eginleikar í mun til at arbeiða við børnum.
 
Sum dagrøktari hevur tú tætt samstarv við foreldur, leiðslu og námsfrøðiligu ráðgevingina hjá Tvøroyrar kommunu.
 
Vit vænta av tær:
  • At tú hevur góðar umstøður, at hava børn, bæði inni og uttanfyri.
  • At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • At tú vísir virðing fyri børnunum, foreldrum og starvsfeløgum.
  • At tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
  • At tú ert tolin og vísur umsorgan.
  • At tú hevur hegni og áhuga í at menna børnini.
  • At tú dugir at sýggja møguleikar í staðin fyri forðingar.
  • At tú hevur roykfrítt og viðkvæmisvinarligt heim.
  • Vit kunnu bjóða tær starv, í tryggum og góðum arbeiðsumstøðum,  við góðum álítandi samstarvsfeløgum. 
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til leiðaran í dagrøktini í Tvøroyrar kommunu: 
Eir Jógvansdóttir Norðberg, tlf. 281339/611087.
 
Løn sambært sáttmála millum KAF og Føroya Arbeiðarafelag.
 
Umsókn, við  revsiváttan og møguligum viðmælum, skal verða kommunala dagrøktini í hendi, í seinasta lagi 9. oktober 2014 kl. 12:00.
 
Vinarliga send umsókn tygara til:
Tvøroyrar kommuna
Dagrøktarskipanin
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri

ella á dagrokt@tvoroyri.fo
 


, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn