FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


26-08-2014

Reingerðarfólk til Pakkhús 4

Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til Pakkhús 4. Arbeiðsøkið umfatar hølini hjá Pakkhús 4, sum er í tveimum hæddum. Viðkomandi, ið settur verður, skal eisini kunna flytast til aðrar stovnar ella bygningar undir Tvøroyrar kommunu, um tørvur verður á tí. Starvið er normerað til 4 tímar um vikuna, 2 tímar ávikavíst ónsdag og fríggjadag. Ein fyrimunur er um umsøkjarin hevur líknandi starvsroyndir.

Lønin er smb. sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknir skulu sendast til:

Tvøroyrar Kommuna

Postboks 80

800 Tvøroyri

ella tvoroyri@tvoroyri.fo

og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi onsdagin 10. september 2014 kl. 12.00




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn