FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


10-12-2015

Jólahýrur á Tvøroyri

 
Hetta vikuskiftið verður rættur jólahýrur á Tvøroyri. 
 
Handlanir eru á tremur við øllum góðum og hava nógv góð tilboð. 
 
Á hugnaliga seglloftinum verður skipað fyri jólasølu av ymiskum hondgjørdum m.a. selur pakkhús 4 jólaprýði. Eisini verður livandi tónleikur, og møguleiki verður at keypa gløgg, kaffi og holukøkur. 
 
Sum nakað nýtt í ár kemur jólaskipið á vitjan við jólamonnum, ið hava karamellur við til børnini.
Framløga verður av nýggja dokumentarfilminum um kolasøguna. 
 
Sunnudagin verða jólini sungin inn. Tað verður luciagongd við ljósatendring. Umframt felagssang fara eisini barnakór úr Trongisvágs skúla og kirkjukórið Ljómur at syngja. Eisini fer ein harmonikutrio at spæla nøkur jólaløg.
 
Innsavnað verður til hjálparfelagsskapin “Í menniskjum góður tokki.”
 
Leygardagin 12. des
Kl.   9.00- 17.00 Handlanir hava langan leygardag.
Seglloftið:
Kl. 14.00- 17.00 Jólasøla  
Kl. 14.30 Livandi tónleikur við Holdbæk, Holdbæk & Jacobsen
Kl. 15.30 Livandi tónleikur við næmingum úr musikskúlanum
Kl. 17.00 Jólaskipið kemur við jólamonnum.
Kl. 17.30 Framløga av dokumentarfilminum um kolasøguna í Suðuroy, frá kl. 18 verður møguleiki at keypa Seglloftssuppu.
 
Sunnudagin 13. des
Kl. 16.00 Jólini vera sungin inn í Tvøroyrar kirkju
 
Smyril siglur ókeypis, so hetta er eitt upplagt høvi, at koma suður at hugna sær í hugnaligum umhvørvið.
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn