FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


26-05-2016

Asfaltering á Tvøroyri – Tórsdagin 26. mai

 

Tórsdagin 26. mai verður aftur asfalterað á Sjógøtu.

Hetta merkir, at eingir bilar skulu standa framvið vegnum, og at eingin ferðsla verður á strekkinum meðan arbeitt verður. Hetta umfatar bæði gjøgnumkoyring og koyring til og frá húsum.

Har sum nýasfalterað er, verður ikki loyvt tungari ferðslu fyrsta samdøgrið, men einans persónbilar og onnur akfør, ið viga undir 3500 kg.

Har eru tvær orsøkir til at bilar skulu flytast:

1. Fyri at Landsverk sleppur framat

2. Fyri at sleppa undan at fáa skaða á bilar




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn