FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


07-07-2016

Skrivari til Tvøroyrar Skúla

Tvøroyar Kommuna søkir eftir skrivara til Tvøroyrar Skúla at byrja 15. august 2016. Starvið er normerað til hálva tíð og er skipað eftir skúlaárinum í samráð við skúlastjóran.

Um starvið

Arbeiðsuppgávurnar snúgva seg í høvuðsheitum um at umsita næmingalistar og bókalistar, avgreiða innkeyp, telefonavgreiðslu, avgreiðsla av posti, dagføra heimasíðuna, skráseting av próvtølum o.ø. í samband við próvtøkur og annað skrivstovuarbeiði.

Rætti umsøkjarin

·         Hevur góð evnir at samskifta, bæði í skrift og talu

·         Hevur góð samstarvsevnir

·         Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

·         Royndir frá skrivstovuarbeiði kunnu vera ein fyrimunur, men eru ikki eitt krav

Starvið sum skrivari verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3.

Áhugaði, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomin at venda sær til Finn Thomsen á tlf. 21 49 55.

Umsóknir við cv, viðmælum, revsiváttan v.m. skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. juli 2016 kl. 12.00 og skulu sendast til Tvøroyrar Kommunu, postboks 80, FO-800 Tvøroyri ella á teldupost tvoroyri@tvoroyri.fo, mrk. skrivari til skúlan.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn