FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


06-12-2016

Vøkstur í skattainntøkuni á Tvøroyri

Í síðstu viku bóru vit tíðindi um, at fólkatalið aftur gekk rætta vegin. Nú er so sjón fyri søgn, at skattainntøkurnar ganga sama vegin. 

Tvøroyrar Kommuna hevur fyrstu ellivu mánaðirnar í ár, havt ein skattavøkstur uppá 1,95%. Fyri november mánaða er tað tó merkisvert, at einasta kommunan við størri skattainntøkum enn sama mánaða í 2015, er Tvøroyrar Kommuna, meðan allar aðrar kommunur í oynni hava afturgongd. Tvøroyrar Kommuna hevur ein vøkstur áljóðandi 6,71% fyri november 2016 í mun til november 2015 og svarar hetta til eina meirinntøku á 335.926 kr.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn