FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


07-12-2016

Ferðsluátak við skúlarnar í morgun

Í morgun hevði okkara virkni fólkaskúli, enn einaferð okkurt serligt á skránni. Ferðslutrygdin var á breddanum og í hesum sambandi vóru Tvøroyrar Skúli og løgreglan farin saman um eitt felags átak, fyri at varpa ljós á hetta. Vit hava fingið loyvi til at nýta tekstin, ið Tvøroyrar Skúli hevur lagt út á netið í dag á tvoroyarskuli.fo . Myndirnar hava vit tikið við fartelefon í myrkrinum í morgun, haldið okkum til góðar við myndagóðskuni.

...Frá tvoroyrarskuli.fo:
"Í morgun kannaðu næmingar úr næmingaráðnum, um næmingar, sum komu í skúla í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla, høvdu endurskin.
Teir allarflestu næmingarnir, sum vóru til gongu, høvdu endurskin, meðan teir flestu næmingarnir, sum vóru koyrdir við bili í skúla, ikki høvdu endurskin.
Í morgun kannaðu næmingar úr næmingaráðnum, um næmingar, sum komu í skúla í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla, høvdu endurskin.
Løgreglan kannaði eisini bilar við báðar skúlarnar í morgun. Løgreglan hugdi serliga eftir, um øll í bilinum brúktu trygdarbelti, og sigast má, at á tí økinum var støðan heilt góð, tí øll børnini brúktu trygdarbelti."

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn