FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


16-12-2016

Rasmus Effersøe 1857-1916

Eitt hátíðarhald fyri einum av mætastu býarsynum Tvøroyrar. 

 

Herfyri var áhugaverdur fyrilestur á Seglloftinum, um undangongumannin T.F. Thomsen, ið yvirtók fyrrv. Kgl. Einahandilin á havnarlagnum. Í morgin, fríggjadagin 16. Desember, hátíðarhalda og minnast vit ein annan undangongumann, ið hevur givið býnum og landinum so ómetaliga nógv: Vit hátíðarhalda Rasmus C. Effersøe, ið varð føddur árið eftir at Thomas F. Thomsen byrjaði virksemið sítt, í 1857.
 

Rasmus var úr Trongisvági, har hann sleit sínar barnaskógvar, og flutti seinni til Tórshavnar. Hann var agronomur, politikari, blaðmaður og yrkjari. Ja Rasmus var av sonnum ein undangongumaður og ein eldsál – hann var ein av teimum 9, ið kallaðu inn til jólafundin í 1888, m.a. saman við Jóannesi Paturssyni, og var tískil við til at leggja lunnar undir føroysku tjóðskaparrørsluna.

 

Rasmus var so óendaliga nógv annað og vilja vit heita á fólk um at lesa frálíku og útdýpandi greinina um hann her http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/rithoevundar/e/effersoee-r-c/ At Rasmus var ein stuttligur og livandi persónur, ber eisini til at lesa meira um her http://dimma.fo/basic-content/havnin-15o-ar-3-partur/

Hugsandi um, at standmynd av Rasmusi stendur á Tinghúsvøllinum í Havn, so er tað undrunarvert, at so fá fólk her á staðnum vita nevnivert um hann. Eftir áheitan frá borgara á Tvøroyri, við stórum áhuga fyri lokalari søgu, gjørdu vit av at minnast Rasmus, nú tað í ár eru 100 ár farin, síðan hann andaðist.

 

Í hesum sambandi verða ymisk tiltøk í Trongisvági í morgin. Byrjað verður kl. 18:00 við gamla skúlan í Trongisvági. Viberg Sørensen, trongisvingur, bjóðar til gongutúr í økinum, har Rasmus vaks upp. Gongutúrurin er stuttur og lættur, men sera áhugaverdur, tí fáur dugir sum Viberg at greiða frá. Viberg er skemtingarsamur maður og var hann eisini frásøgumaður á tveimum minniligum túrum í Trongisvági í fjør.

 

Um viðrar, endar túrurin við nýútgrivna stabbagrótið, beint við bakaríið hjá Arnold Gaard. Bringumynd av Rasmusi stendir beint við eisini og er ætlanin, at við tíðini, so verður bringumyndin flutt longur oman, so hon veruliga kann koma til sín rætt. Her, uml. Kl. 19:00, fer Hanus Kamban at halda forvitnisligan fyrilestur um Rasmus.

 

Hanus er er føddur í 1942 í Saltangará og er uppvaksin í Skúgvoy. Í 1956 flutti hann til Havnar og hevur hann í stóran mun fingist við at yrkja og skriva. Í 1980 fekk Hanus virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir og í 1986 hana fyri fagrar bókmentir. Hanus fekk eisini Mentanarvirðisløn Landsins og “Gullgentan” varð í 2012 innstillað til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. 
 

Lokali og evnaríki tónleikarin, Tróndur Enni, ið eisini var hann, ið kom við hugskotinum til tiltakið, fer at framføra lag eftir Rasmus Effersøe. Rasmus hevur yrkt nógv løg, men ikki øll vita av, at hann hevur yrkt eitt nú “so vakrar moyggjar” og “føroyingar, sum her nú koma saman”, bert fyri at nevna onkrar.

 

Er veðrið ikki til vildar, verður farið út í Naddodaneystið, ið er í 2-3 min. gongufrástøðu frá stabbagrótinum. Vit vóna at fólk taka væl ímóti tiltakinum og at hetta kann verða við til, at Rasmus Effersøe í komandi tíðum kann gerast ein størri partur av samleikanum hjá okkum borgarum á Tvøroyri. Tað eru slík undangongufólk sum Rasmus Christoffer Effersøe og Thomas Friedrich Thomsen, ið hava verið við til at lagt lunnar undir bý okkara og sum hava lagt so ómetaliga nógv eftir sær.

 

Hjartaliga vælkomin øll, ið hava áhuga.

Tvøroyrar Kommuna

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn