FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


16-01-2017

Nýggja býráðið farið til verka

Í november 2016 var kommunuval í Føroyum og stutt eftir hetta varð nýtt býráð skipað á Tvøroyri. Sjálvt skiftið í býráðnum fór tó fram 1. Januar 2017 og hevur tað verið fitt av virksemi í býráðssalinum síðan tá. 

Ein av fyrstu felags átøkunum hjá nýggja býráðnum, var ein vitjan á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, hevði tosað við sjúkrahússtjóran, Ronnie Midjord, og komu teir ásamt um at hava ein kunningarfund, har sjúkrahússtjórin fekk høvi til at heilsa uppá nýggju kommunustýrislimirnir og greiða teimum frá bygninginum og virkseminum.

Til staðar vóru Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, Kristin Michelsen, borgarstjóri, Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, Bjarni Hammer, Kristina Kambskarð Sørensen, Bogi Johannesen, Súsanna Bertholdsen og Alvi Mortensen, øll úr býráðnum. Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri og Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk, luttóku vegna starvsfólkini hjá Tvøroyrar Kommunu.

Suðuroyar Sjúkrahús er eitt tað størsta arbeiðsplássið í oynni. Á leið 66 fulltíðarstørv eru, men taka vit tímalønt og onnur við, so verða uml. 120 lønarseðlar skrivaðir út um mánaðin. Økið og bygningarnir eru stórir og viðlíkahaldskrevjandi og krevur tað sítt at hava eitt væl virkandi sjúkrahús.

Ronnie greiddi hegnisliga frá um virksemið á sjúkrahúsinum – um uppbygnaðin innan ymisku fakøkini, um tilbúgvingarskipanina og um tey mongu, framkomnu tólini, ið sjúkrahúsi í dag hevur.

Eitt, ið tey flestu ikki vita um, er at sjúkrahúsið hevur tvær rættuliga stórar goymslur undir jørð, ið skulu kunna ruddast innan 24 tímar, skuldi okkurt heilt serligt verið áfatt. Sjúkrahúsið er eisini, so vítt Ronnie kennir til, einasti bygningurin í oynni við einari sprinklaraskipan. Hon skal virka undir eldsbruna og til hana hoyrir ein stóra vatngoymsla undir jørð.

Býráðslimir fingu høvið til at spyrja um ymiskt teimum lá á hjarta og tað var ein sera konstruktivur fundur.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur alstóran týdning fyri Suðuroynna sum heild, men sanniliga eisini fyri Tvøroyri. Vit kunnu gleðast yvir at hava eitt væl rikið og væl virkandi sjúkrahús – tílíkt hvørki kemur av sær sjálvum og verður heldur ikki verandi av sær sjálvum.

Tvøroyrar Kommuna takkar Ronnie Midjord fyri framúr góðu framløguna og ynskir honum og starvsfólkunum alt tað besta.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn