FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


17-02-2017

Farloyvisstarv - leiðari á Suð. Barnaverndartænastu

Farloyvisstarv sum leiðari á Suðuroyar Barnaverndartænastu

 

Av tí at núverðandi leiðarin fer í barnsburðarfarloyvi, verður søkt eftir leiðara til Suðuroyar Barnaverndartænastu í eitt farloyvisstarv. Talan er um fulltíðarstarv, frá 1. Apríl 2017 til 31. Mars 2018

 

Um Suðuroyar Barnaverndartænastu

Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast fimm starvsfólk í umsitingini, harav leiðarin, 3 málsviðgerar/sosialráðgevar og ein sálarfrøðingur. Í løtuni verður somuleiðis søkt eftir námsfrøðingi, sum í høvuðsheitum kemur at virka úti hjá familjunum.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri Barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

 

Førleikakrøv:

·         Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava miðallanga útbúgving, sum hevur týdning í mun til barnaverndarøkið.

·         Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fleksibul og hava góð samstarvsevnir.

·         Viðkomandi, ið settur verður, skal vera framsíggin, ábyrgdarfullur, miðvísur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.

·         Royndir innan leiðslu ella sum samskipari kann verða ein fyrimunur.

·         Royndir innan málsviðgerð í almennari umsiting kann verða ein fyrimunur.

·         Kunnleiki til fíggjarstýring kann verða ein fyrimunur.

 

Starvið:

Starvið sum leiðari av Suðuroyar Barnaverndartænastu umfatar leiðsluna og ovastu ábyrgdina av øllum barnaverndarmálum, dagligu leiðsluna av starvsfólkunum, sum starvast í tænastuni, tvørfakligt samstarv við skúlar, barnaansingarøkið og aðrar almennar stovnar. Harumframt hevur leiðarin ovastu fíggjarligu ábyrgdina.

Leiðarin er harumframt skrivari í stýrinum fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála.

 

Umsóknir:

Umsóknir við prógvum, viðmælum og revsiváttan skulu sendast til leiðarin í Suðuroyar Barnaverndartænastu:

Annika Jónsveinsdóttir

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Postboks 104

800 Tvøroyri

Mrk: Leiðari til Suðuroyar Barnaverndartænastu

 

Ella til barnavernd@tvoroyri.fo

 

Umsóknarfreistin er 17. mars 2017 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir á tlf 229085.

Um ov fáir umsøkjarar eru til starvið, loyvir stýrið fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu sær at lýsa starvið leyst av nýggjum.

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn