FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


07-04-2017

Várkapping í Tvøroyrar Skúla

Tað er stuttligt at vera næmingur í Tvøroyrar Skúla. Skúlin er sera virkin og nógv fjølbroytt tiltøk hava verið á skránni seinastu árini.
Í dag fór so enn eitt tiltak av bakkastokki – tann sonevna “Várkappingin”, ið er eitt afturvendandi tiltak. Næmingarnir í 10 flokki, ið hava valt ítróttarbreytina, ið er ein vallærugrein, ið Tvøroyrar- og Vágs Skúli eru saman um, stóðu fyri kappingini. Dreingirnir í 10. Vóru norðanfjørðs í dag, so genturnar tóku... sær av øllum, saman við lærarunum.
Vit hittu tey ungu í Ítróttarhøllini í Trongisvági, tá tiltakið var um at verða liðugt. Nógv gekk fyri seg á hallargólvinum, sum myndirnar vísa, men nógv hevur eisini verið á skránni í Tvøroyrar Skúla, síðan tíðliga á morgni. Jón Johannesen, varaskúlastjóri, greiðir frá, at tey hava lagt dent á at hava alternativar kappingar. T.d. kann evnast at kappast hevur verið í teknistafett á skúlatrappunum, forðabreyt í fimleikarhøllini, bowling í gonginum og so hevur ymiskt eisini verið í svimjihøllini.
Uml. 80-90 luttóku í kappingini í dag og endin gjørdist at 7.a í Tvøroyrar Skúla vann kappingina.

 



Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn