FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


10-04-2017

Bíligari at hava børn í ansing á Tvøroyri.

Tað verður nú bíligari hjá foreldrum, at hava børn í ansing hjá Tvøroyrar kommunu. Tvøroyrar Býráð samtykti á fundi tann 6. apríl 2017, at foreldur, sum hava fleiri børn í ansing á dagstovni ella í dagrøkt hjá kommununi, fáa ókeypis ansing fyri 3. barnið og eftirfylgjandi børn.

Í løtuni fáa foreldur, sum hava 2, 3 ella fleiri børn í ansing, ávíkavist 300 kr. og 600 kr. í avsláttur, men frá 1. mai í ár verður hetta broytt soleiðis at... foreldur bert gjalda fyri 1. og 2. barnið í ansing hjá Tvøroyrar kommunu.

(Mynd: Erik Christiansen)




Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn