FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


03-05-2017

Farloyvisavloysari fyri lívbjargara

Søkt verður eftir farloyvisavloysara fyri lívbjargara til almennu svimjingina hjá Tvøroyrar kommunu frá 1. august 2017 til 31. juli 2018. 

Viðkomandi, ið settur verður, skal hava lívbjargaraprógv. Tó ber til at søkja, um lívbjargararoyndin verður tikin sum skjótast.

Viðkomandi, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevni og kunna arbeiða sjálvstøðugt, umframt at hon/hann skal vera álítandi og fyrikomandi.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir innan økið.

Arbeiðstíðin er 17,5 tímar aðru hvørja viku.

Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.

Umsóknir:
Umsóknir við prógvum og revsiváttan, skulu sendast til:

Tvøroyrar kommuna
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo

og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19.05.2017 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tummas Sørensen á tlf. 611085.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn