FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


19-05-2017

Forvitnisligt tiltak í morgin

Krambatangi – frá handilsmiðdepli til útgrevstrarøki
1656 – 2017

Leygardagin 20. mai, verður eitt sera spennandi og forkunnugt tiltak í Øravíkarlíð, um viðrar. Tiltakið byrjar í Ólastovu og fara vit harfrá til gongu ímóti Krambatanga. Vit enda aftur í Ólastovu, har Tvøroyrar Kommuna bjóðar suppu, ið Café MorMor hevur staðið fyri. Ókeypis bussur koyrir frá Grillvogninum á Tvøroyri kl. 14:45 til Ólastovu og yvir á Tvøroyri aftur uml. Kl. 16:45. Áðrenn vit greiða nærri frá tiltakinum, fara vit at ynskja øllum at verða hjartaliga vælkomin og vóna at uppmøtingin verður góð.
Bent Albinus er Líðarmaður, hevur búð í Líðini heila sítt lív og er sera søgufróður maður. Hann hevur havt sína dagligu gongd á Krambatanga, ið er farin í arv frá abba hansara, Viggo Mortensen, sála.
Abbin fortaldi nógv um, hvussu tað gekk fyri seg í útgrevstrinum, ið Fornminnissavnið, v. Sverra Dahl á odda, stóð fyri í 1952. Tá bleiv ymiskt funnið, m.a. tegilsteinar, flint, glasbrot av ymiskum slagi, leirbrot o.a. Navnið Krambatangi stavar frá fyrsta handlinum í oynni, ið bleiv bygdur í 1656 og einans virkaði í 3 ár. Ymiskar eru meiningarnar um hví handilin varð niðurlagdur – m.a. eru nøkur, ið meta at sjórænararir hava gjørt enda á honum og onnur vilja vera við, at handilsreglurnar vórðu ikki yvirhildnar, tí bleiv hann niðurlagdur. Hanseatar, ættaðir úr Niðurlondum, stóðu fyri handlinum. Seinni, í 1913, varð ein Kristurfigurur funnin av 6 ára gamla Mortani í Ungagarði. Hann var komin yvir í Líðina saman við pápanum, Peturi í Ungagarðir, eftir gróti til barlast. Figururin stendur í dag frammi á Forngripasavninum – á figurinum er inngraverað “16”, restin av tølunum er slitið av. Hann hevur verið í Danmark og sligið er fast, at hann stavar frá 16-hundrað talinum.
Fyri einum mánaði síðan, setti Fornminnissavnið seg í samband við Bent, sum eigara av Krambatanga, vegna fornfrøðingin Natascha Wahler úr Eysturríki, búsitandi í Týsklandi, ið er sera áhugað í ferðamynstrinum hjá Hanseatunum í Norðuratlantshavi. Í september fara hesi undir stóra fornfrøðisliga verkætlan á Krambatanga. Vónin er at finna fram til nágreiniligu árstølini, ið Hanseatarnir búleikaðust á staðnum og vónandi eisini at finna lutir frá tá av. Ikki verður einans farið at grava, men froskmenn fara eisini at kanna fjørðin, um okkurt av áhuga skuldi verið at funnið har. Stórar upphæddir verða nýttar uppá arbeiðið, ið týski staturin ber kostnaðin av.
Vit síggja framvegis týðilig tekin frá virkseminum á Krambatanga, eitt nú “pullarturin og ringurin” ið stendur uppi á Krambatanga. Í Ólastovu sýnir Bent eisini myndir fram frá útgrevstrinum í 1952, myndir av lutunum, ið funnir vóru o.m.a.
Á túrinum koma vit eisini fram á virksemið, ið hevur verið seinni á Krambatanga. Vit nema við søguna hjá Kirkjugarðinum í Líðini, har 1196 fólk liggja grivin og vit koma inn á søguna hjá skúlanum í Líðini, ið virkaði frá 1930-1961. Havgrímur Hammer var seinasti lærari har, Jákup Berg var tann fyrsti.
Pól Arni Holm fer at geva okkum eitt søguligt yvirlit yvir Hanseatarnir og hvussu teir virkaði á Norðurhøvum og fer eisini at koma inn á, hvussu útgrevsturin í 1952 og tann komandi útgrevsturin, kunnu setast inn í eina størri heildarmynd.

 



Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn