FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


17-06-2017

Trygdargeirin minkaður

Trygdargeirin minkaður enn meira og nýggjar vatnroyndir gjørdar

Havnarlagið á Tvøroyri hevur verið rættuliga avbyrgt síðan eldsbrunan á Varðanum Pelagic, men nú er trygdargeirin minkaður, soleiðis at hann einans er kring virkið hjá Varðanum. Sambært virkandi átaksleiðaranum hjá Tvøroyrar Sløkkiliði, Annfinn Hammerfoss Leo, so hevur Varðin yvirtikið økið aftur, eftir at løgreglan hevur gjørt sínar kanningar. Tað verður tó staðiliga heitt á fólk um at virða girðingarnar, tí stórur vandi kann standast av at koma ov tærr uppá bygningarnar.

Nýggjar royndir eru eisini gjørdar av drekkivatninum í Tvøroyrar Kommunu. Tummas Sørensen, leiðari á Teknisku deild Tvøroyrar Kommunu, sigur, at øll virðir síggja sera góð út og at vatnið á Tvøroyri er reint at drekka.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn