FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


24-06-2017

Borgarafundur 28. juni kl. 19:00 í Trongisvági

Í sambandi við eldsbrunan í Varðanum Pelagic tann 9. juni í ár, skipar Tvøroyrar kommuna fyri borgarafundi í skúlahøllini í Trongisvági mikudagin tann 28. juni 2017 kl. 19:00-21:00.

Á borgarafundinum luttaka umboð fyri Tvøroyrar kommunu, Varðan Pelagic, Suðuroyar Sjúkrahús, politiið og sløkkiliðið umframt umboð fyri aðrar myndugleikar, sum høvdu við átakið at gera.

Lokalsamfelagið á Tvøroyri og í Suðuroynni í heila tikið vóru vitni til hendingina, tá eldur kom í Varðan Pelagic. Hendingin var ógvuslig og av slíkum slag, sum tíbetur kemur sjáldan fyri her á okkara leiðum.

Hóast myndugleikar og fyritøkan hava gjørt sítt til, at kunningin kring hendingina við eldsbrunanum hevur verið nøktandi, kunnu tað vera borgarar á Tvøroyri, sum ynskja, at høvi verður at seta myndugleikum og fyritøkuni spurningar í sambandi við hendingina.

Endamálið við borgarafundinum er tí at tryggja, at borgarin á Tvøroyri og í Suðuroynni annars hava fingið eina nøktandi kunning um hendingina og møguligar avleiðingar av henni.

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn