FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


05-09-2017

Endurlýsing - Hjálparfólk til Pakkhús 4

Hjálparfólk til Ungdómshúsið Pakkhús 4 á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna søkir eftir hjálparfólkið til farloyvisstarv í
ungdómshúsinum Pakkhús 4. Farloyvisstarvið er 1 ár.

...

Um starvið

Ungdómshúsið er eitt frítíðartilboð hjá Tvøroyrar Kommunu.
Pakkhús 4 er opið mánadag, týsdag og tórsdag frá 1400 – 1800 og 1900 – 2300.
Í tíðini frá 1400 – 1800 eru tað ung frá 3. flokki til 7. flokk og um kvøldið eru tað
tey eldru frá 7. flokki upp til 18 ár.

Vit sóknast eftir fólkið, sum:

- Kann arbeiða sjálvstøðugt
- Verða við til at skapa eitt hugnaligt umhvørvi
- Verða jaligur og duga at samskipa ymisk tiltøk
- Gera ymiskt handaligt við teimum ungu
- Hava góðar eginleikar at samskifta

Løn og setanartreytir:

Arbeiðið í Pakkhús 4 er ásett til 24 tímar um vikuna, og er lønt eftir sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Starvið verður sett í september 2017
Umsókn saman við CV skal sendast til:
Tvøroyrar Kommunu
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1 september 2017, kl 1200.
Eru spurningar eru tit vælkomin at ringja til leiðaran í Pakkhús 4, Pól Arna
Holm, á telefon 28 18 85, ella at senda teldupost til tvoroyri@tvoroyri.fo

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn