FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


25-08-2017

Hugnaligur leygardagur á Tvøroyri

Leygardagurin 19. august var sera hugnaligur á Tvøroyri. Heili tvey áhugaverd tiltøk vóru á skrá á degnum, ið Tvøroyrar Kommuna hevði skipað fyri.

Byrjað varð í Froðba kl. 11:00 um morgunin, tá Jákup Jensen bjóðaði gongutúr út á Rættartanga. Jákup er søgufróður maður og mangar vóru søgurnar, bæði álvarsamar og skemtingarsamar, ið Jákup visti frá at siga. Náttúran er bergtakandi, bygdalagið framúr hugnaligt og so vísti veðrið seg frá bestu síðuni eisini. Vit gingu framvið forvitnisligu steinrenningunum í Rókini, oman á Rættartanga og framvið gátuføru húsatoftunum har.

Vit hildu leiðina fram niðan á Hamar, framvið húsunum hjá Hargaskaldinum Pól F. Joensen, vit vitjaðu einastandandi vakra havan hjá soni Pól F, Johannes og fóru so aftur til Froðbiar, oman eftir Stíggj, ið var leiðin, ið skúlanæmingar í sínari tíð nýttu, tá tey fóru í skúla í Froðba. Ein sera góð og gevandi byrjan uppá dagin.

Frá kl. 15 gekk tað fyri seg í Naddoddaneystinum. Árabátadagur var og tað var ser vakurt at síggja føroysku bátarnir stevna inn móti atløguplássinum. Segl og árar vóru drívmegin á degnum og millum annað luttóku fleiri av føroyameistaramanningini á Firvaldi, gentum.

Naddoddaneystið hevur altið verið hugnaligt, men arbeiðið, ið virkna felagið hevur avrikað á økið seinasta árið, hevur veruligt sett prikkin yvir i-ið. Eitt ótrúliga vakurt øki, við óteljandi møguleikum.

Í neystinum var tónleikur, ið Hentzar og Terji stóðu fyri. Sverre Jacobsen, fyrrverandi lærari í Tvøroyrar Skúla og útróðrarmaður um ein háls, greiddi hegnisliga frá sínum langa og áhugaverda lívi. Jóhan Eli Lyngvej, úr Sandvík, hugleiddi um útróður og las onkra yrking upp, á sín eyðkenda, skemtingarsama hátt og Viberg Sørensen, ein av eldsálunum handan Bátafelagið Naddodd, greiddi frá um felagið. Ein góð løta var eisini, tá Petur Hammer lat søguliga bátin Jarnbard, til bátafelagið. Bátafelagið hevur nú tveir bátar at arbeiða við í vetur. Leivur Nygaard hevði savnað eina ørgrynnu av góðum, gomlum myndum fram og var tað sera áhugavert at sígga.

Kanska stuttligasta átakið á degnum, var kappingin um at gerast “Ársins Krabbaklógv”. Børn og foreldur gingu upp í hetta við lív og sál. Tá av tódnaði, vóru ikki færri enn 206 krabbar funnir í fjøruni. Talt varð saman og endin gjørdist at Annika Niclasen vann, við ikki færri enn 45 krabbum. Vinningurin var eitt vakurt heiðursbræv og ein túrur á Pizzaria á Tvøroyri fyri 3. Nevnast skal eisini, at Flóvin Eidesgaard hevði sett rúsur í Tjaldavík og vísti hann fongin fram henda dagin – 6 sera stórir krabbar.

Alt í alt ein sera góður dagur.

Tvøroyrar Kommuna gleðist yvir góðu luttøkuna og at vit hava eitt so virkið felagslív í býnum.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn