FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


04-09-2017

Hugnaligur marknaðardagur í miðbýnum

Hóast heldur stutta freist, so vísti marknaðardagurin seg at gerast sera væl eydnaður. Undirtøkan frá teimum luttakandi var framúr góð.

Teilendski maturin frá Ann og Eyð gekk sum heitt breyð. Agnes Mols Mortensen var á staðnum við sínum taratilfari og seldi hon alt hon hevði við. Póla Strøm, ið fyriskipaði tiltakið vegna Visit Suðuroy á Tvøroyri og Tvøroyrar Kommunu, seldi grønmeti av Sandi og tað bleiv skrætt burtur beinanvegin. Sverri Nilssen lat eisini sera væl at plantusøluni og tey, ið seldu “loppur” vóru eisini væl nøgd.

Tróndur Enni og Lív Næs undirhildu við væl ljóðandi tónleiki og lítið er at ivast í, at lítli Dagur eisini ætlar sær okkurt innan tónleikin, tí hann royndi tað hann megnaði at sleppa framat mikrofonini.

Enn ein sera hugnaligur dagur á Tvøroyri, ið bæði tey luttakandi og tey vitjandi tóku sera væl ímóti. Vit miðja ímóti at hava 2-3 marknaðardagar komandi ár.






Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn