FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


08-09-2017

Fornfrøðisligur útgrevstur á Krambatanga

Seint í mai í ár, vóru vit ein frálíkan gongutúr í Ørðavíkarlíð og á søguliga Krambatanga. Bent Albinus og Pól Arni Holm greiddi frá um hanseatarnir, ið høvdu handil á Krambatanga. Hann bleiv bygdur í 1656, men virkaði einans í trý ár.
 
Á túrinum kom Bent, sum í dag eigur økið, inn á, at seinni í ár, fór stórur, fornfrøðisligur útgrevstur at fara fram á økinum. Útgrevsturin er fíggjaður av týska statinum.
Nú er stundin so komin hartil, at fólk eru farin í gongd við at grava ut. Til ber at fylgja gongdini, á Facebook her.

Í komandi fer umboð frá kommununi at vitja staðið og fáa eitt prát við útgrevstrarfólkið. Meiri verður kunnað um hetta í komandi viku.

Myndin er lánt frá síðuni hjá útgrevstrartoyminum.
 




Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn