FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


28-09-2017

Starvsfólk heiðraði

Fríggjadagin 22. September var starvsfólkaheiðran í býráðssalinum. Tvøroyrar Kommuna hevur ta siðvenju, at starvsfólk, ið hava verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 15 ár og meira, verða heiðraði.

Í ár vóru heili 12 fólk heiðraði, og hon, ið hevði arbeitt hjá Tvøroyrar Kommunu longst, hevði verið í starvi hjá kommununi í samfull 35 ár. Tað var Elisabeth Pearce. Á hugnaligu samkomuni vóru sera nógv fólk møtt upp, bæði familja og vinir hjá starvsfólkunum ...og býráðslimir.
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, segði nøkur orð og handaði starvsfólkunum blómutyssi.
Elisabeth Pearce vaskar hølini hjá Læknamiðstøðini og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 35 ár. Dótturin, Annika, var til staðar vegna mammuna, ið var uttanlands.
Ebba Michelsen starvast í Barnatannrøktini og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 30 ár. Ebba var burturstødd á skeiði Tórshavn.
Elsebeth Olsson starvast í barnagarðinum og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 25 ár.
Kathrina Einarsson starvast í barnagarðinum og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 25 ár.
Mikkjal Bærendsen er sløkkiliðsmaður og hevur verið tað í 20 ár. Konan hansara, Heidi, var til staðar, nú Mikkjal ikki hevði møguleikan sjálvur.
Ingibjørg Grothsdóttir arbeiðir sum dagrøktari og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu 20 ár.
Herborg Niclasen starvast í barnagarðinum og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 20 ár.
Kristin Magnussen arbeiðir í umsitingini hjá Tvøroyrar Kommunu, har hon hevur verið í starvi í 20 ár.
Tórfinnur Mortensen er sløkkiliðsmaður og hevur verið tað í 20 ár.
Tordis Lyngvej arbeiðir sum dagrøktari og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 15 ár.
Linda Justinussen arbeiðir sum dagrøktari og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 15 ár.
Svanna Nielsen starvast í barnagarðinum og hevur verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 15 ár.

Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum starvsfólkunum hjartaliga til lukku og takkar fyri trúgva tænastu hesi mongu árini.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn