FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


04-10-2017

Tíðindi frá Krabbameinsfelagnum

Hósdagin 19. oktober fer eitt spennandi og viðkomandi tiltak av bakkastokki, ið Krabbameinsfelagið skipar fyri. Tvøroyrar Kommuna hevur stuðlað átakinum fíggjarliga og vónandi fara fólk at taka væl undir við tiltakinum. Krabbameinsfelagið hevur sent fylgjandi kunning:

“Hósdagin 19. oktober kl. 13.00 fer Krabbameinsfelagið undir nýtt ókeypis rørslutiltak í Suðuroy.

Tiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar..., sum geva styrki og konditión.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Rørsla og styrkivenjing hava stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Vant verður í Pálshøll í Vági týsdagar kl. 13.00 í svimjuhyli og hósdagar kl. 13.00 í høll. Venjari er Sigurð Marner Simonsen, fysioterapeutur.

Tilboðið er ókeypis

Kundi tú hugsað tær at fingið meiri at vita um rørsluátakið, ella hevur tú spurningar um tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú seta teg í samband við okkum á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.”





, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn