FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


11-10-2017

Gongutúrur leygardagin 14. oktober

Hóast veðurlagið spakuliga broytist til tað verra, so halda væl umtóktu gongutúrarnir, ið Tvøroyrar Kommuna og Visit Suðuroy á Tvøroyri skipa fyri fram. Komandi leygardag verður lagt til brots á niðara partinum av Sevmýri – tað, ið verður kallað Niðari Garður. Byrjað verður í grótbrotinum kl. 14:00 og gingið verður inn til “Uttara Handil”, ið er har, ið Føroya Tele heldur til í dag. Jákup Jensen verður frásøgumaður. Veðurforsøgnin júst nú, sigur nakað av vindi leygardagin, men turt og vónandi møta fólk fjølment.






Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn