FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


15-11-2017

Haruveiða í Føroyum

Sera áhugavert tiltak verður í Naddoddaneystinum kl. 19:00 í annaðkvøld. Eyðfinn Magnussen, lektari, kemur suður og fer at greiða frá um haruveiðu, harustovnar, skráseting v.m.

Jens Rói Sørensen, trongisvingur og ein av undangongumonnunum handan Klappjaktin í Trongisvági, kemur at hugleiða um felagið og, um til ber, so verður onkur smakkroynd av haru. Klappjaktin hevur egna heimasíðu á klappjakt.com.
Dugnaligi Tróndur Enni syngur nøkur løg og til ber at keypa sær ein kaffimunn og okkurt afturvið, frá bátafelagnum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Myndin er frá heimasíðuni hjá Jens Kjeld Jensen jenskjeld.info

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn