FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


05-04-2018

Hugskotskappingin Roykstovan/Faktorhúsini

Sum vit áður hava lýst við, so hevur Tvøroyrar Kommuna skrivað út hugskotskapping, har lagt verður upp til at almenningurin kemur við hugskotum um, hvat Roykstovan skal verða brúkt til í komandi tíðum.

Nøkur hava vent sær til kommununa við ynski um at síggja myndir og tekningar og vilja vit tí bert boða frá, at tekningar verða tøkar á heimasíðuni og Facebook-síðuni hjá kommununi hin. 16. apríl.

Til ber harafturat at sleppa inn at síggja bygningin ávíst tíðarbil. Opið hús er týsdagin 24. apríl og ónsdagin 2. mai 2018, frá kl. 16:00 – 19:00 báðar dagar.

Øll við áhuga fyri hugskotskappingini eru hjartaliga vælkomin.

Um kappingina annars, kann endurtakast at hugskotskappingin verður hildin í tíðarskeiðinum frá 28. mars til og við 23. mai 2018 kl. 12:00. Virðislønir á ávíkavist kr. 6.000,- 4.000,- og 2.000,- verða latnar fyri 1. 2. og 3. besta hugskotið.

Hugskotini kunnu sendast til Tvøroyrar kommunu bæði við vanligum posti og talgilt. Tvøroyrar Kommuna tilskilar sær rættin til ikki at velja nakað av innkomnu uppskotunum.

Teldupostar og brævbjálvar skulu merkjast “Hugskotskapping Roykstovan/Faktorhúsið”.  Teldupostar kunnu sendast til tvoroyri@tvoroyri og brævbjálvar til Tvøroyrar Kommuna, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn