FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


08-05-2018

Vegarbeiði í Syðrutoftum

Kunning um vegarbeiði í samband við uppsetan av nýggjum vatnbrunnum.

Nú jørðarbeiðið við nýggja barnagarðin í Trongisvági er liðugt, verður farið undir at gera vegin niðan á Ranan kláran til tungu ferðsluna í samband við uppsetan av nýggju vatnbrunnunum. Arbeiðið byrjar so skjótt maskinurnar eru komnar uppá pláss. Byrjað verður við at grava upp part av eystara vegnum niðan í Syðrutoftir, breiðka hann og leggja nýggja steinseting niðurí. Meðan arbeiðið fer fram, verður hesin parturin av vegnum stongdur. Eisini verður vegurin niðan á Ranan breiðkaður í støðum, áðrenn grivið verður út fyri fundamenti til brunnarnar.
Verkætlanin umfatar uppseting av tveimum goymslubrunnum uppá tilsamans 6000 tons av reinsaðum vatni. Núverandi brunnar goyma 1400 tons.
Eftir ætlan eru brunnarnir klárir at taka í nýtslu seinni í heyst.

(Mynd: Kortal.fo)
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn