FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


15-06-2018

Bústaður til kommunulæknaavloysarar

Tvøroyrar kommuna søkir hervið bústaðarhølir til kommunulæknaavloysarar í Suðuroyar norðara læknadømi

Húsið ella íbúðin skal kunna hýsa skiftandi kommunulæknaavloysarum og skal hava allar hentleikar, ið kunnu væntast av einum húsarhaldi í dag.

Til ber at venda sær til Tvøroyrar Kommunu, um mett verður at tygum hava hóskandi hús/hølir til leigu, á tvoroyri@tvoroyri.fo ella við at ringja á tlf. 611085. Hóskandi boð skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. juni 2018, kl. 14:00.


 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn