FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


20-07-2018

Heilsan frá borgarstjóranum

Hin 12. Juli 2013 varð mentanarnátt hildin á Tvøroyri á fyrsta sinni, eftir at Tvøroyrar Kommuna hevði sett sær fyri, at sjóneykað skuldi setast á mentanina. Øll árini hava tiltøkini verið væl vitjaði og er tað sera hugaligt hjá kommununi og fyriskiparunum at síggja.

Skráin fyri ársins mentanarnátt er sera rúgvismikil og fjølbroytt, ja, okkurt er fyri øll. Gongutúrar, tónleikur, fyrilestrar, barnatiltøk, mótasýning og mangt annað stendur fjøldini í boði. Gleðiligt er eisini at síggja, at Varðin Pelagic, størsta arbeiðsplássið í oynni, nú er um at verða liðugt endurreist, eftir syrgiliga eldsbrunan hin 9. Juni 2017. Varðin bjóðar til hátíðarhald nú vakra økið frammanfyri skrivstovubygninginum verður tikið í nýtslu.

Tað er at fegnast um, at Tvøroyri í enn størri mun enn áður, hevur nógv at bjóða á savnsøkinum. Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn spennir seg út. Nýggja, snotiliga Pakkhús 5 er eisini partur av skránni og nýstovnaða Tvøroyrar Skjalasavn fer eisini at greiða frá virksemi sínum.

Tvøroyrar Kommuna gleðist yvir vælvildina, ið privat, vinnurekandi og stovnar á staðnum, hava sýnt mentanarnáttini. Fleiri teirra luttaka beinleiðis í tiltøkunum. Kommunan er øllum sera takksom fyri beinasemið.

Mentanin stórtrívist á Tvøroyri og karmarnir eru millum teir bestu í landinum, óansæð tú hevur áhuga í tónleiki, ítrótti ella skapandi list. Hetta nakað, ið vit fegnast yvir. Vit skulu fjálga um mentanararv okkara, tí júst mentan er høvuðstilfarið í einum góðum trivnaði hjá borgarunum.

Við vón um eina minniliga mentanarnátt 2018, fari eg at bjóða øllum hjartaliga vælkomin til Tvøroyrar.

Kristin Michelsen

Borgarstjóri




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn