FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


30-10-2018

Minningardagur teirra sjólátnu 1. november

Tórsdagin 1. november 2018 er minningardagur teirra sjólátnu, ella alla halganna dagur, ið hann eisini verður nevndur. Dagurin verður sum vant hátíðarhildin á Tvøroyri.

Byrjað verður við gudstænastu í Tvøroyrar Kirkju kl. 13:30, ið Jónsvein Bech, prestur, stendur fyri. Uml. Kl. 14:00 endar gudstænastan og farið verður út til minnisvarðan, har kransar verða lagdir. Eftir hetta verður ein hugnaløta í missiónshúsinum, har kaffi og okkurt afturvið verður at fáa. Siðvenja er, at um gjørligt, so luttekur manningin á skipinum hjá donsku sjóverjuni, ið er undir Føroyum. Í ár er HDMS Knud Rasmussen við Føroyar og kunnu vit gleðast um, at tað eisini í ár verður luttøka úr donsku sjóverjuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn