FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


16-01-2019

Gongutúrar fyri 2019 fastlagdir

Eins og undanfarin ár, so skipa Visit Suðuroy á Tvøroyri og Tvøroyrar Kommuna fyri almennum gongutúrum, við frásøgufólki.
Í ár hava vit skipað tað soleiðis, at gongutúrur er seinasta leygardagin í hvørjum mánaði, burtursæð frá í juli (20/7) og desember(21/12). Frásøgufólk, ið vita um lokalumráðið, er við á hvørjum túri. Gongutúrarnir hava verið sera væl umtóktir og vóna vit at fólk fara at taka væl ímóti átakinum.
Átakið hevur beinleiðis samband við leiklutin hjá Tvøroyrar Kommunu í ABC-Verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, hvørs endamál er at “vera virkin, vera saman og vera hugbundin”. Meira kann lesast um verkætlanina her http://www.folkaheilsa.fo/.
Fyrsti túrur verður longu nú 26. Januar, um viðrar. Skráin fyri 2019 sæst á myndini her í greinini og kann annars fáast á pappíri, á Visit Suðuroy á Tvøroyri og í handlum, kaféum og matstovum í kommununi.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn