FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


02-04-2019

Umfatandi kloakkarbeiði – fólk mugu ikki skola niður

APRÍL!!! Vit gera vart við, at hetta var ein aprílssøga og tí bert skemt :) 

Nú farið var undir at dagføra kloakkviðurskiftini á havnarlagnum, vísti tað seg skjótt at tað stóð verri til við kloakkskipanini, enn fyrst hildið. Neyðugt er at víðka um arbeiðið, fyri at fá bilbukt við trimum mest átroðkandi trupulleikunum.

Á teknisku deild harmast tey um ókomnu støðuna, men ábøturnar mugu gerast her og nú, annars er vandi fyri at skipanin kollapsar fullkomuliga. Komandi dagarnir verður tí ólag á kloakkskipanini í kommununi og borgararnir koma tíverri at merkja tað, tí meðan arbeitt verður, mugu borgararnir ikki skola niður.

Í dag og í morgin verða tað borgarar, ið búgva í økinum frá Missiónshúsinum og út til apotekið, ið ikki mugu skola niður. Undantakið er millum kl. 20 og 20:30, tá gjørligt verður at skola niður.

Ónsdagin má ikki skolast niður á Sevmýri og í Froðba. Tórsdagin mugu tey, ið búgva í økinum frá missiónshúsinum og inn til Gaards Bakarí ikki skola niður. Fríggjadagin er tað so økið frá Gaards Bakarí og inn til Sterling, ið mugu ansa sær við skoliknøttinum.

Ørðavíkarlíð og Ørðavík sleppa í hesum umfari, so har kann skolast so galið niður, ið fólk vilja. 

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn