FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


23-05-2019

Námsfrøðingar til dagstovnin í Tvøroyrar Kommunu.

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv til dagstovnin í Tvøroyrar Kommunu:

Ein námsfrøðing 30 tímar um vikuna, frá 12. august 2019, og til 31. Juli 2020.

Ein námsfrøðing 30 tímar um vikuna, frá 12. august 2019, og til 31. Januar 2020.

Ein námsfrøðing 20 tímar um vikuna, frá 19. august 2019, og til 30. Juni 2020

Í løtuni ganga 95 børn á stovninum. Stovnurin liggur væl fyri, beint við ítróttarhøll og fótbóltsvøllin við Stórá, náttúran er nærmasti granni.

 

Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni.

 

Vit vænta av tær, at tú:

-          fylgir námsætlan, virðisgrundarlagnum og mannagongdum, sum eru partar av stovninum.

-          leggur dent á  virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.

-          brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.

-          kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.

-          hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

-          dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.

-          kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.

-          hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.

-          vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.

-          sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.

 

Løn:

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingur ikki søkir størvini, verður hjálparfólk sett. Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnin Mýrifípan

Att: Kari Petersen

Smærugøta 8

826 Trongisvágur

ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu tær vera okkum í hendi, seinast 31. Mai 2019 kl. 12.00.

 

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn