FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


29-05-2019

Smyril broytir ferðaætlan á jóansøku


Nógv skriving hevur verið seinastu tíðina um siglingina hjá Smyrli á jóansøku og nógv eru tey, ið hava stúrt fyri teirra tiltøkum, tí eftir ætlan skuldi Smyril longu loysa av Tvøroyri kl. 19:00.
Eftir at hava samráðst við Strandferðsluna, kundi borgarstjórin, Kristin Michelsen, í dag boða frá, at tað var eydnast at fáa ferðaætlanina broytta soleiðis, at Smyril fyrst fer av Tvøroyri kl. 22:00, leygardagin á jóansøku.
Vit eru sera glað fyri broytingina, ið ber við sær at ítróttartiltøkini leygardagin ikki verða órógvaði og fólk hava møguleikan at uppliva fleiri tiltøk, áðrenn leiðin liggur norður um fjørðin aftur.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn