FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


18-06-2019

Janus W. Mortensen við nýggjum lagi á jóansøku

Eins og siðvenja er á jóansøku á Tvøroyri, so er ein ørgrynna av tónleiki at hoyra í miðbýnum, har Tvøroyrar Kommuna hevur skipað fyri palli og tjaldi fyri jóansøkugestunum.
Eitt av teimum meira forkunnugu tónleikainnsløgunum í ár, er ein live-frumframførsla frá Janus W. Mortensen. Janus hevur røtur her á Tvøroyri og er einamest kendur fyri sonnu landapláguna “Mítt vakra Føroya Land”, ið varð til í samstarvi við Jens Marna Hansen og Norðleif W. Holm. Lagið hevur veruliga vunnið frama millum føroyingar og tí var tað við spenningi at lurtað varð eftir útvarpinum í morgun, tí nú hava teir báðir, Janus og Jens Marni, enn einaferð sett seg saman og hava givið eitt nýtt lag út.
Útvarpið var fyrst úti við lagnum, men á jóansøku fáa vit fyrstu live-framførslu! Framúrskarandi lagið, “Eg vil kempa fyr at liva” liggur nú á Youtube og kann hoyrast her https://bit.ly/2MWuKDN Lítil ivi er um, at hetta lagið eisini fer at verða tráðspælt í miðlunum komandi tíðina.
Janus fer á pallin í miðbýnum fríggjakvøldið 21. Juni, kl. 22:00 og vit vóna at fólk møta fjølment at hoyra frálíku røddina hjá Janusi.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn