FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


26-06-2019

Ung í arbeiði 2019 byrjar mánadagin 1. juli

Øll ung, ið hava fingið arbeiði hjá kommununi í summarfrítíðini, hava nú fingið boð umvegis telduposti.
Til samans hava 19 ung í ár fingið arbeiði, og tey hava øll fingið tað tíðarskeiðið tey hava biðið um.

Tilboðið er galdandi fyri ung, ið ganga í 9. ella 10. flokki, og sum samstundis pr. 1/7 eru eldri enn 15 ár.
Kravið um 15 ára aldursmark stavar frá arbeiðsumhvørvislógini.

Tey sum lúka omanfyri nevndu treytirnar hava øll fingið arbeiði, so um onkur ikki heldur seg hava fingið teldupost, verða tey biðin um fyrst at kanna SPAM-mappuna, og síðani venda sær til Teknisku deild á tlf. 611081.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn