FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


26-03-2015

Gongutúrur í miðbýnum


Leygardagin 4. apríl kl. 14:00, páskaaftan, verður skipað fyri gongutúri í miðbýnum á Tvøroyri. Vit hava fingið Chris Jan Michelsen, ið veit sera nógv um bý okkara, at vera frásøgumann á túrinum. Langur leygardagur er eisini á Tvøroyri hendan dagin, so upplagt er at leggja dagin soleiðis til rættis, at ein kann gera innkeyp OG fara ein gongutúr.

Túrurin er lættur og ein og hvør kann luttaka, uttan at hugsa um hvat ein orkar.

Vit hittast við hølini hjá Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni, har túrurin eisini endar. Tá vit koma aftur, so bjóða savnsvørðarnir okkum innum gátt, at síggja teir mongu og forkunnugu lutirnir, ið teir hava í varðveitslu.

Savnið liggur í gongufjarstøðu bæði til handils-, matstovu- og skeinkivirksemi, um ein vil gera meira burturúr degnum og njóta okkara hugnaliga miðbý.

Ætlanin er, at gongutúrarnir skulu verða fleiri komandi tíðina og verður tann næsti kunngjørdur skjótt.

Øll eru hjartaliga vælkomin.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn