FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


16-07-2019

Articon stórt virksemi í Ørðavíkarlíð

Seinastu tíðina hava fólk varnast økt virksemi í Ørðavíkarlíð. Á gomlu samferðsluhavnini á Drelnesi hevur Articon sett formar upp og stoypt fundamentir til komandi skúrbýin, har arbeiðsfólkið í komandi Hvalbiartunlinum skal búleikast, meðan arbeitt verður uppá tunnilin.

Jón Danielsen, stjóri á Articon, sigur, at pláss verður fyri umleið 42 arbeiðsfólkum. Sostatt verður talan um eina minni bygd, á stødd við eitt nú Langasand ella Gøtugjógv, á Drelnesi, tá arbeiðið um miðjan august fer ordiliga í gongd.

Skamt frá Drelnesi, beint við oljutangarnir hjá Effo á Langabakka, er eisini stórt virksemi. Risastórur krani hjá Articon er, í skrivandi stund, í ferð við at lyfta eina betongsilo uppá pláss á økinum. Her verður alt sementið blandað, ið skal brúkast í hvalbiartunlinum.

Jón Danielsen sigur, at tilfarið kemur alt uttanlands frá og av tí havnaviðurskiftini eru so mikið góð sum tey eru á Tvøroyri, varð valt at seta blandistøðina upp her, hóast hetta merkir at koyrast skal til Hvalbiar við sementinum. Hann letur væl at økinum kommunan hevur tillutað teimum í Ørðavíkarlíð. Har er lætt at koma til og frá og so er ein ávís frástøða til nærmastu sethús. Jón sigur at fólk koma og fara alt samdøgrið og tí riggar ikki so væl at hava tílíkt í øki, har nógv sethús eru.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Articon bestu eydnu við arbeiðinum og vónar at tað fer at hildnast teimum væl í Tvøroyrar Kommunu.

 
 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn