FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


10-09-2019

Kunningarskriv frá IRF

Skiljing av dekkum á kommunalum endurnýtsluplássum

Dekk á felgum skulu hvørki í bingjuna við brenniburturkasti ella í jarnbingjuna.

Um felgan ikki kann brúkast aftur, skal hon latast til jarnendurnýtslu og dekkini sjálvi til brenningar. Um neyðugt, eigur borgarin at fáa eitt verkstað at taka gomlu dekkini av felgunum. Felgan verður send til endurnýtslu, meðan dekkið verður brent sum háorkuburturkast (924 kr/m3).  Jarnbingjan verður heintað og tømd fyri 0,00 kr/m3.

Um dekk á felgum koma inn, eiga hesi at verða løgd til síðis. Tey kunnu laðast upp og síðani kemur ein bilur hjá IRF við grabba eftir teimum. Hevur endurnýtsluplássið ikki umstøður at laða dekkini upp, kann kommunan sjálv koyra dekkini til IRF, so hvørt sum tey koma inn. Ringjast kann til IRF fyri nærri kunning hesum viðvíkjandi.

Um dekk á felgum verða løgd til síðis til IRF at heinta, er prísurin 924 kr/m3 umframt eitt eykagjald fyri klipping, ið er 400,00 kr/tíma.

Verða dekk á felgum latin í bingjuna við brenniburturkasti ella í jarnbingjuna, verður eykarokning send kommununi fyri fráskiljing. Fráskiljing kostar 400 kr/m3 og verður faldað við støddini av bingjuni, tí øll bingjan verður tømd og skild av nýggjum av starvsfólkunum hjá IRF.

Allir prísir eru uttan mvg.

Eru spurningar hesum viðvíkjandi eru tit vælkomin at venda tykkum til koyrideildina hjá IRF á tlf. 41 42 43 ella á irf@irf.fo

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn