FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


10-09-2019

Heystmarknaður á Tvøroyri

Leygardagin hin 5. oktober verður marknaðardagur í miðbýnum á Tvøroyri. Stóra tjaldið hjá Tvøroyrar Kommunu verður sett upp á sama staði sum á jóansøku og á mentanarnáttini og til ber hjá fólki at fáa eitt borð, har tey kunnu selja frá.

Heystið er í hondum og tíðin, har tað ber til at seta tjaldið upp, er um at vera av. Í tí sambandi hava vit valt at hava ein heystmarknað og at tað skal vera føroyskt tema í tjaldinum. Alt tað, ið verður selt í tjaldinum, skal so vítt gjørligt vera av føroyskum uppruna. Tað kann vera grønmeti, kjøt, fiskur, hondarbeiði og annað tílíkt.

Hevur tú hug til at verða við, ber til at ringja á 214614, ella skriva á bn@tvoroyri.fo og bíleggja sær borð. Tað er ókeypis at verða við og seinasta freist at boða frá luttøku, er ónsdagin 2. oktober, kl. 16:00.

Meira verður kunnað um tiltakið komandi dagarnir.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn