FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


20-09-2019

Rudda Føroyar - kunning frá fyrireikarunum

Saman rudda vit Føroyar - upp á ein dag!

21. septembur skipar Rudda Føroyar 2019 fyri føroysku luttøkuni á altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Málið er at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at taka lut í ruddingum um alt landið, har ruddað verður so nógv sum gjørligt.

Á tann hátt kunnu vit slóða fyri einari nýggjari byrjan við reinum borði, soleiðis at vit kunnu hyggja frameftir og fyribyrgja, at tørvur verður á altjóða ruddingardøgum í framtíðini!

Á Tvøroyri møta vit í Naddoddaneystinum kl. 10.00, har ið samskipararnir fara at greiða okkum frá, hvar vit skulu rudda. Eftir vit hava ruddað, hittast vit aftur í Naddoddaneystinum, har ið okkurt leskiligt verður til matna.

Meldið tykkum til ruddingardagin á https://ruddaforoyar.fo/melda-til-at-rudda/

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn